Heimasíðan hjá Grace Home Ministry í India

Ein felagsmynd av børnunum :)

Stuðulstiltak í summar.

Ætlanin er at hava eitt stuðulstiltak i summar til frama fyri Grace Home Ministry í India.
Tað ey dnaðist so væl at binda hosur til børnini á barnaheiminum, og so ótruliga nógvar hosur vóru sendar inn allastaðni frá. So eg hugsaði, at tað kundi eisini eydnast at selja hondgjørdar vørur, og síðan kann peningurin, sum kemur inn, vera nýttur til bygnaðin av barnaheiminum.
Hesar vørur kunnu vera bundnar, heklaðar, seymaðar, broderaðar og so framvegis. Um tú ynskir at hjálpa til við hesum tiltaki, tak so stokkarnar fram og bind tað sum tær dámar best at binda: eina troyggju, undirtroyggju, hosur, húgvu, teppi, ella hvat tað skal vera.
Dámar tær betur at gera okkurt annað handaligt, ger so tad sum tú dugur best.

Vørurnar kunnu vera latnar:

Annu Jacobsen
Garðavegur 17
Søldarfjørður
tlf 441909/228285.

Ella set teg í samband við meg, Mariu Meinhardsdóttir, á tlf 224145 ella við at senda  teldupost til
mariameinj@gmail.com

Nýggjar leiðir - Gudi til æru.

Anbu fortaldi mær, at elsta gentan á heiminum, Santha, sum er 17 ára gomul, hevur sum tann fyrsta dalitta gentan í bygdini, staðið 10. flokk.

Gentan hevur um-skrivað søgu dalittana. Hon er við til at bróta gomul ok, sum bindað tey fátæku og tilafturskomnu dalittarnir í samfelagnum.

Takkið Gudi, og latið æruna verða Hansara.

MiS - frí.28/5-2010

Hugleiðing - nakrir tankar

Ein andakt.
Kraft og virki Guds.

Havi hesa seinastu tiðina verið nokk so upptikin av verki Guds. Tvs hvussu Gud virkar í heiminum. Vit trúgva, eg trúgvi, á ein almáttugan, fullkomnan, heilagan og ævigan Gud, sum hevur skapað heiminim, og hvørs hond, alt verður hildið uppi við. Og so hetta, at hóast hansara ófatiliga stórleika, sum kann tikjast so ótrúliga óítøkiligur, og óveruligur, so virkan hann á einklan og gerandisligan hátt. Eg veri sligin av undran, við hesa hugsan!

Meðan vit vóru í India koyrdu vit nógv í bili. Til og frá barnaheiminum, og at vitja samkomur o.a. Ofta høvdu vit andaligan tónleik frá, og tá sat eg oftast bara við meg sjálva og hugdi út, og hugsaði. Í flestu bygdunum vóru tempul og stórar standmyndir av ymiskum hinduistiskum gudum. Og sum Orð Guds sigur, gudar av hesum heimi, gjørdir av manna hondum. Stein deyðir, sum hvørki hoyra, síggja ella føla. Deyðar myndir. Deyðir gudar, sum verða tilbidnir av menniskjum, sum eru blinadaði av myrkrinum í hesum heimi!

Og so kristni gudurin. Mín Gud, mín faðir, mín frelsari. Hann virkar. Hann livir. Hann er. Hann broytir. Hann prógvar seg sannan. Hann er stórur. Hann hoyrir, sær, følir og hugsar.

Ef.3,20 hevur mangan sligið meg. "Men Honum, sum mentur er at gera meir enn alt, langt út um tað, ið vit biðja ella skilja, eftir kraftini, sum í okkum virkar."
Spurningurin til tín er, hevur tú fata hetta versið? Gud virkar á einklan hátt. Mín og okkara stóri Gud ger nakað ígjøgnum tey, sum søkja og liva Hann. Og Anbu og Jeyam eru við til at broyta eitt samfelag. Menniskju eru totalt broytt. Tey eru sum tú og eg. Tey stríðast. Hava sorg. Trupulleikar. Hugsa. Berjast fyri at liva, fyri mat. Í hjartanum leingjast tey eftir meining í lívinum, og Gud gevur teimum tað, sum heimurin ikki gevur.

Havt ger Anbu og Jeyam, og aðrar tílíkar stórar trúarhetjur til nakað ørvísi enn vit. Nakað meir og størri enn vit vanligu menniksju í Føroyum og aðrastaðni, sum liva eitt vanligt gerandis lív? Nakrantíð hugsað um tað?

Svarið er: Einki! Teir eru sum eg og sum tú. Eg eri sum Anbu. Eitt menniksja. Eg havi eitt lív. Gud er har. Og eg kann loyva honum framat, ella velja tað frá.
Tit, eingin er størri enn tað, sum onnur gera teg til! Og tað kann vera tikið frá einum í einum nú! Popularitetur er svikaligur, og tað er ein hárfín greinsa millum succes og fiasko.

Seinastu tíðina havi eg verið upptikin av hesum, hvat kann henda, um eg lati hesa kraft, blíva aktiveraða í mínum lívi? Ella spurt nakað ørvísi.. Hvat kann ikki henda tá?
Eg eri ein vanligur persónur. Og Gud í heiminum, er eitt menniksja, sum lesur og livir eftir Orði Hansara. Sum elskar. Biðjur. Biðjur fyri øðrum. Gevur. Fyrigevur. Biðjur um fyrigeving. Tænir. Stuðlar. Uppmuntrar. Syngur. Gleðist djúpt í hjartanum. o.a.

Hetta er so gerandisligt. Men hetta er so gudligt og andaligt.

Eg uppmuntri teg at biðja Gud aktivera Sína kraft meiri sjónliga í tínum lívi, og ver opin fyri broyting í hjartanum.
Tað er eitt fantastiskt lív, sum ongantíð stendur mát við heimsins njóting.

MiS. 12/5 - 2010

Heilsan ur India

Bara stutt heilsan til tykkum heima her ur India.
Tad er veldugt at vera aftur.

I dag er ein vardi fyri soguna hja Grace Home. Tad var fyrstu ferd at folk, sum hava funnid Kristus igjognum verkid hja Anbu, blivu doypt. Mamma Pathmu, Ratnam, var sjuk, ta vit voru her seinast. Henni torvadi skurd, og vit lovadu henni, medan vit enn voru i India, at vit ynsktu at hjalpa henni og samla inn til skurdin. Ta vit komu heim, samladu vit inn a einum eyoy ungdomsmoti (ungdomsmotini i eysturoynni). Tls fingu vit akkurat nokk. Eini 5000 kr. Hetta er ein upphaedd, sum Ratnam ongantid hevdi havt moguleika fyri at goldid sjalv. Og igjognum innsamlingina, fekk hon eitt nytt liv. Ein nyggjan moguleika. Hetta hevur verid vid til at leitt hana til Gud og frelsu. I dag var hon millum tey fyrstu, sum blivu doypt. Fyri meg er hetta ein otruliga storur dagur!

Anbu hevur verid eitt sindur vardin vid ti heila. Ti fundamentalistar kundu volt honum trupulleikar og i ringasta fori kundi hetta fort til, at hann endadi i fongsul. Men alt hevur gingid vael og fridarliga fyri seg. Vit foru avsidis, og voru ongum til provokation.

Eg siggi at folk vitja heimasiduna. Tad er hugaligt at siggja.
Alt tad besta.

MiS - 24/4-2010

Tøkk!

Eg havi í dag dagført heimasíðuna við, at tað tilsamans eru latnar omanfyri 1.000.000 kr. Tað er stórt, og eg kenni meg lítla í øllum hesum!

Eg kann ikki gera annað enn at sitera úr Op. 14,7 "Óttist Gud, og gevið Honum dýrd!"

Orð eru fátæk, men ein tøkk av hjarta fyri tykkara stuðul. Eitt fantastiskt verk at vera partur av.

mán. 15/3-2010
MiS*

* Forbókstavirnir eru broyttir frá MJ til iS. Ingvarsdóttir Stauss.. so er tað komið uppá pláss ;)) Men eg eri enn tann sama.

Heilsan - Jan 2010.

Eg vil hervið nýta høvið til at takka fyri latnar gávur og stuðul á ymsan hátt hetta farna árið, og samstundis eisini ynskja øllum eitt signað ár 2010.

Anbu fekk 30.000kr fyri 1 viku síðan. Hetta fer til dagliga raksturin.

Annars er at siga, at hann skjótt fer at fáa endaligu góðkenningin av virkseminum, so hann kann móttaka pening aftur. Tá hetta loyvi er fingið til vega - vónandi innan ein mánaða, so verður farið í gongd við at byggja - endiliga! :)
Hann hevur keypt tilfar og fingið streym og vatn veitingina ornaða, so tað skal vera klárt til arbeiðið skal byrjað.

Vit eru øll sjálvandi ótrúliga spent til endiliga at síggja tað handaliga arbeiði fara í gongd.

Í hesum sambandi er ætlanin at gera ein túr til India á páskum.

Andaliga sæð vil eg eggja tykkum at biðja fyri teim trúgvandi. Anbu sigur, at tey vaksa støðugt í trúnni, og summi hava veruliga víst styrki og vilja í kristnu trúnni. Størsta avbjóðingin er at standa fast við sannføring teirra um Kristus, tá bygdafólki og familja er ímóti teimum og hótta tey.
Á páskum verða allarhelst tey frystu fólkini doypt, og hetta kann leiða til enn meiri mótstøðu.

Annars er at siga, at á trý ára degnum fyri, at vit støvnaðu kontuna í N.S. vóru latnar á leið 990.000kr! So nú manglar lítið til miliónina. Hetta er heilt ótrúligt.
Orð eru ikki nokk, til tess at úttrykkja mítt takksemi til tykkum øll, sum hava latið til Anbu og verk hansara.

Má Gud signa tykkum.
Takk fyri alt tað farna. Og haldið á at biðja fyri hesum verki.


frí. 29/01-10
Marjun

Bókasøla í SMS

Eg vil hervið takka øllum, sum vóru forbíð í SMS hósdagin og fríggjadagin 24.
og 25. september og vitjaðu bókasøluna á torginum í SMS.

Tað vóru latnar 9508,50 kr í kistuna, sum fer óskert til verkið hjá Anbu.
Stóra tøkk til øll tykkum sum lótu.

Tilsamans eru nú latnar omanfyri 975.000kr.
Maria og eg høvdu aldri eingong torað at væntað hetta, tá vit byrjaðu fyri 2½ ári síðani! Tit hava givið!

..Gud elskar glaðan gevara ;)
Takk.

4/10-09
MJ.

Flyting av peningi.

Sum eg áður havi víst á, so hevur tað verið vaksandi við yvirgangi í India farnu árini. Ætlanin var at flyta pening yvir til Anbu í mars mánaði, men hann bað meg bíða fyribils. Hetta tí, at honum tørvar at fáa sítt virksemi góðkent, sum vælgerandi arbeiði. Og inntil tann góðkenningin er gjøgnumførd, hevur hann ikki atgongd til peningin, sum vit flyta yvur. Tað er tó einki svindl í nøkrum, bert tað, at tað kann taka tíð.

Vinarliga,
MJ - 02/04-09

Nýtt 10/2-09

Anbu lat heilsa øllum yvir telefonina farna sunnudag 8/2.
Hann og Jeyam ferðast nógv runt at halda møtir, og tann dagin hevði hann verið í triðmum ymiskum bygdum.
Hann hevur keypt sær ein lcd spælara, sum er ein lítil skermur, til at hyggja eftir dvd-filmum. Hetta brúkar hann til at vísa Jesus-filmin fyri menniskjum á indiskum máli. Indarar ELSKA at hyggja eftir filmi, og filmar eru allastaðni at síggja. Td eru bussarnir næstan garanteraðir fyri ferðafólki, um teir hava ein film koyrandi við ljóðinum hart frá (!). So tey hava ongan "hússssj... politik" í bussum

Anbu fortaldi, at Jesus-filmurin ger ótrúliga stórt inntrykk á tey, sum hyggja, og aftaná hava tey nógvar spurningar, serliga viðvíkjandi krossfestingini.

Tað eru eini 60 menniskju, sum játta trúgv nú. Fleiri hava biðið um dóp, men Anbu ynskir at bíða við tí. Tí ein almenn játtan av eini konvertering, skal ikki bara gerast spontant.

Hann vónar og væntar framvegis at verða klárur at byggja um mánaðarskiftið mai/juni. Til tað tíð vóna vit at hava uml ½mió kr at byrja við.

Biðið fyri verkinum. At Gud má vera við, signa og vísa leiðina.

10/2-08
MJ.

Viðmerking...

Sum eitt prinsipp havi eg avgjørt, at kontoavritini frá bankanum ikki skulu opnast. Í øllum førum ikki enn. Eg havi til tíðir hugsað, at tit sum lata, áttu at fingið eina takkar-heilsu sendandi. Men hesa avgerð havi eg tikið, tí at so leingi innsamlingin er í gongd, ynski eg ikki at vita, hvat hvør hevur latið.

Hugsi bert at nevna hetta, so eingin skal halda at eg eri líkagyldig, við gávunum og til tíðir stóru gávunum, sum vit fáa.
Øll eiga ein stóra tøkk uppiborna.

Nú fer at vera stórur tørvur á peningi aftur, og tískil eri eg takksom fyri øll, sum ynskja at lata til hetta verk. Tað verður ein stórur og fantastiskur dagur, tá ið barnaheimið verður liðugt.
Vit menniskju hava so stóran tørv á ítøkiligum 'tingum.' Vit fingu ælabogan til áminning, og eisini breyðið og kalikurin, sum skal minna okkum á. Á sama hátt eru menniksju áhugaði í at síggja barnaheims-húsið verða liðugt. Men eg ynksi at minna á, at barnaheimið skal síggjast, sum ein grundvøllur, frá hvar eitt óítøkiligt menniskjaligt verk verður útført. Tað veruliga verkið, eru menniskjuni, sum verða vunnin fyri Kristus.

Eg eri so heilt órtúliga spent, og takk til øll tykkum, sum standa saman við okkum í verkinum. Peningaliga og við bønum.

26/1-09
MJ

Vitnisburður.

Ein rørandi vitnisburður frá barnaheiminum.

Aðra staðni á síðuni kunnu tit finna myndir av børnunum og har undir eisini av gentunum Sheilu og Saidru, sum eru um 7 og 8 ára aldur.

Í byrjanini av novenber mánaði halda Indarar tríggjar vikur frí orsaka av hinduistiskum festivali. Og hesar dagarnar vóru eisini fleiri av børnunum hjá Anbu heima hjá familju og vitjaðu.

Tá genturnar Sheila og Saidra vóru hjá teirra familju hendi tað óhapp, at eitt 4 ára gamalt systkinabarn hjá Sheilu bleiv ákoyrt av eini motorsúklu. Barnið slóð høvdið í vegin og var uttan vit í 2 tímar. Familjan roynda at fáa lív í barnið og tey róptu til teir hinduistisku gudarnar, men einki hjálpti. Tá søgdu Sheila og Saidra, at tær skuldu fara at biðja, og beinanvegin kom lív í barnið aftur.

Tá Anbu fortaldi mær hesa søguna, kundi eg ikki halda tárunum aftur. Tað virkar okkum so fjart at hoyra um undur, og so fortelur Anbu mær, hvussu hesar smágenturnar, sum einans hava hoyrt um Jesus í eitt ár, vóru til so stóran vitnisburð.

Hetta verkið er bert byrjanini til nakað størri. Gud signi tykkum, sum trúfast minnast hetta verkið í bønunum tykkara.
Gud signi tykkum.

mán. 17/11 - 08
MJ.

Heilsan..

Anbu letur heilsa øllum og takkar fyri forbøn og stuðul á ymsan hátt.
Eg snakkaði við hann fríggjadagin 10/10.

Inntil víðari bíðar alt arbeiði viðvíkjandi byggingini. Vit hava avgjørt at bíða og biðja til Gud inntil rætta tíðin vísir seg - tvs. árið út og byrjanina av komandi ári.
Men inntil tá hevur Anbu úr at gera við evangeliserandi arbeiði. Hann hevur byrjað bønarbólkar í ymsum dalitta bygdum. Og áhugin er stórur, og menniskju hungra eftir at hoyra boðskapin, sum er so livandi í lívunum hjá brøðrunum báðum.

Eini barnleys hjún, sum hava verið gift í 9 ár, hava biðið Anbu vent sær í bøn til okkara Gud, skapara himins og jarðar, um at geva teimum eitt barn. Tey eru sera áhugaði í evangeliinum.

Ágangurin á trúgvandi evangelisk kristin hevur verið nógvur í India seinastu mánaðirnar og er vaksandi. Men Anbu og tey hava verið vard frá mótstøðu. Og fyri hvønn mánaða sum gongur, verður navnið Jesus enn meiri dýrdargjørt í lítlu bygdini Haleseebam og har um kring. Og boðskapurin um Jesus spjaðir seg spakuliga sum ringar í vatninum.

Eg kann ikki annað enn geva Anbu rætt, tá hann í summar segði við meg, at sjálv eri eg í Føroyum, men hjartað er av sonnum eftir í India hjá børnunum har! Eg leingist ómetaliga nógv, og gleði meg so heilt ótrúliga nógv, til vit Føroyingar saman fara undir at byggja eitt verk, sum í síðsta enda er fyri at vinna menniskju inn í ævinleikan! Gud er góður.

Í bønum tykkara.. Minnist,
- hjúnini, sum søkja okkara Gud um eitt barn.
- at Gud skal varðveita GHM frá mótstøðu og ágangi,
- og at Gud skal brynja tey til útfordringar í framtíðini, at dalittar og indarar mugu skilja ljósið, sum longu nú lýsir í myrkrinum har.
- at Gud skal opna hurðarnar, so vit kunnu byrja byggingina skjótt.
- um tú ynskir at gera ein mun, so bið fyri tær sjálvum, at Gud skal vísa tær, hvussu og hvar tú kanst verða partur av hansara heimsumfatandi verki.

Gud veri hjá tykkum øllum.
Honum verði dýrdin, æran og heiðurin altíð og í øllum.

Í Kristusi, Marjun.
17/10 - 08

Kontakt

Marjun I. Stauss
Eggjarvegur 28
520 Leirvík
Føroyar
tlf.443259/257069

Marjun email:
marjunj@hotmail.com
Kristian email:
kalakjuni@gmail.com